Við tveimum málum síðsta korterið, vendi Arsenal dystinum móti Barcelona frá hóttandi tapi til ein 2-1 sigur. David Villa legði Barcelona á odda í fyrra hálvleiki, men við málum frá Robin van Persie og Andrei Arshavin megnaði Arsenal at prógva, at teir eru eitt betri lið enn tá liðini hittus á Emirates í fjør.
Fyrstu løtuna av dystinum var Arsenal omaná, men tað gekk bara ein løta so fór Barcelona maskinan í gongd. Fyrst var Lionel Messi nær við og tá 26 minuttir vóru spældir kom Barcelona á odda. Lionel Messi sendi David Villa avstað. Hann rann frá verjuni og prikaði bóltin framvið Arsenal málverjanum og í mál. Løtu seinni var bólturin aftur í Arsenal málinum, men Lionel Messi var dømdur fyri at vera rangstaddur. Sjónvarpsmyndirnar vístu tó, at argentinarnir helst ikki var rangstaddur.
Arsenal var omaná at kalla allan seinna hálvleik. Nakrar ferðir komu teir í góðar støður, men mál fingu teir ikki fyrr enn eitt lítið korter fyri tíð. Robin van Persie var sendur avstað í vinstrusíðu. Komin tætt at baklinjuni smekkar hann til og snýtur Victor Valdés í Barcelona málinum, sum helst má taka ábyrgd fyri málið.
Tríggjar minuttir seinni vendi Arsenal dystinum á høvdið. Við framúr skjótálopi endaði bólturin hjá Samir Nasri, sum legði bóltin fyri føturnar á Andrei Arshavin, Við einum innarasíðu sparki sendi hann bóltin framvið Victor Valdés og í málið til endaliga úrslitið 2-1.
Champions League 1/8 finalur:
Arsenal ? Barcelona 2-1
Roma ? Shakhtar 2-3










