Arsenal hevur verið djúpt í lummanum eftir pengum og hevur keypt týska landsliðsspælaran, Mesut Özil fyri yvir 350 milliónir krónur. Tað er greitt nýtt met fyri eitt keyp hjá Arsenal.
Arsenal viðhaldsfólkini hava í alt summar rópt eftir at fáa onkran nýggjan spælara til felagið. Í kvøld bragdaði endiliga, tá tað eydnaðist at keypa 24 ára gamla Mesut Özil frá Real Madrid.
Tað er heldur ikki undarligt, at Arsenal hevur goldið so nógvar pengar fyri Mesut Özil. Hann er bara ein av seks týskarum, sum hava klárað at skora móti Føroyum. Hinir eru Michael Ballack, Miroslav Klose, Fredi Bobic, Marco Reus og Mario Götze.