Arsenal liggur nú úti eftir at keypa serbiska álopsspælaran Nikola Zigic, sum er nakað heilt fyri seg. Hann er heilar 208 sentimetrar høgur, og tað er óvanligt fyri ein fótbóltsspælara. Zigic spælir fyri Reyðu Stjørnu í Beograd, og hann skorar nógv mál. Seinastu trý árini er hann tvær ferðir valdur til ársins spælara í Serbia. Roknað verður við, at Arsenal má av við 75 milliónir krónur, vilja teir keypa Zigic.