Arsenal í holt við at tveita meistaraheitið vekk

Premier League: Newcestle setti eina tjúkka striku undir, at felagið ætlar sær í Champions League

Fleiri dystir í 32. umfari í Premier League hava verið um vikuskiftið. Tað byrjaði fríggjakvøldið, tá Arsenal tveitti fyrimunin í meistarastríðnum fyri borð. Arsenal fekk bara javnleik á heimavølli móti botnproppinum Southampton.

 

Arsenal hevur verið frammanfyri 2-0 seinastu tveir dystirnar, men ikki vunnið. Hesa ferð var tað umvent. Arsenal var aftanfyri 2-0 og 3-1, men megnaði at hála ein 3-3 javnleik heim. Útjavnandi málið kom í 90. minutti og tað var um reppi, at tað eydnaðist at vinna dystin.

 

Arsenal er nú fimm stig frammanfyri Manchester City, sum tó hevur spælt tveir dystir færri. Liðini møtast á Etihad í Manchester mikukvøldið. Arsenal hevur havt munin í meistarastíðnum í eina tíð, men nú ein sigur næstan eitt krav.

 

Newcastle vann í gjár dystin um Champions League plássini móti Tottenham. Heimaliðið var á odda 5-0 aftaná 21 minuttir. Tað er bara hent eina ferð fyrr í søguni í Premier League. Nýríka Newcastle stevnir beint móti Champions League fótbólti, meðan Tottenham tykist í nærmast kreppu.

 

23.04Newcastle6:1Tottenham
23.04Bournemouth0:4West Ham
22.04Crystal Palace0:0Everton
22.04Brentford1:1Aston Villa
22.04Liverpool3:2Nottingham F.
22.04Leicester2:1Wolves
22.04Fulham2:1Leeds
21.04Arsenal3:3Southampton
1Arsenal32236377:3475
2Manchester City30224478:2870
3Newcastle311611454:2559
4Manchester Utd30185746:3759
5Tottenham321651158:5153
6Aston Villa321561145:4151
7Liverpool31148959:3850
8Brighton29147854:3749
9Fulham311361244:4245
10Brentford321014848:4344
11Chelsea311091230:3339
12Crystal Palace329101331:4037
13West Ham31971533:4134
14Wolves32971627:4434
15Bournemouth32961731:6333
16Leeds32781741:6229
17Leicester32842043:5628
18Everton326101624:4628
19Nottingham F.32691726:5927
20Southampton32662027:5624