Arsenal í Champions League

Arsenal hevur vunnið seg í Champions League bólkaspælið. Teir vunnu í kvøld 2-0 á Fenerbahce og vunnu samanlagt 5-0.

 

Tað kom illa við hjá Arsenal, at Lukas Podolski mátti berast av vøllinum við skaða. Arsenal hevur longur fleiri spælarar, sum eru skaddir.

 

Tað var walisiski miðvallarin, Aaron Ramsey, ið skoraði bæði málini. Tað fyrra miðskeiðis í fyrra hálvleiki og tað seinna eitt korter fyri tíð. Gestirnir úr Turkalandi høvdu onkrar møguleikar, men samlaða leiðslan var ongantíð í vanda.

 

Champions League – Play Off:

 

Arsenal (3) – (0) Fenerbahce 2-0

Arsenal vinnur samanlagt 5-0

 

Austria Wien (2) – (0) Dinamo Zagreb 2-3

Austria Wien vinnur samanlagt 4-3

 

FC Basel (4) – (2) Razgrad 2-0

FC Basel vinnur samanlagt 6-2

 

Legia Warszawa (1) – (1) Steaua Bucuresti 2-2

Steaua Bucuresti kemur víðari upp á útivallarmál

 

PAOK (1) – (1) Schalke 04 2-3

Schalke vinnur samanlagt 4-3