Í kvøld verða tvær áttandapartsfinalur í Champions League spældar.
Í Fraklandi spæla Monaco og Arsenal, meðan Atletico Madrid á heimavølli tekur ímóti Bayer Leverkusen.
Serliga enska felagið Arsenal, sum undan uppgerðunum móti Monaco var stórur favorittur, er trýst. Arsenal tapti fyrru uppgerðina í London 3-1, so minsta kravið hjá Arsenal í kvøld, er at felagið skorar trý mál á útivølli.
Tað verður tó ein torfør uppgáva, tí higartil í kappingini hevur Monaco einans latið 2 mál inn. Í bólkaspælinum lat Monaco eitt mál inn í seks dystir, meðan teir í fyrru áttandapartsfinaluni eisini lótu eitt mál inn móti Arsenal.
Arsenal venjarin, Arsene Wenger, hevur tó vónir um, at Arsenal kann spæla seg víðari í kvøld.
- Hagtølini tala ímóti okkum, og úrslitið frá fyrra dystinum tala ímóti okkum, eingin ivi um tað.
- Tað vit fáa gjørt í kvøld, er at vit gera alt hvat vit klára, fyri at fáa eitt gott úrslit. Og tað trúgva vit allir uppá, at vit klára.
Hin dysturin í kvøld verður í Madrid millum Atletico Madrid og Bayer Leverkusen. Fyrra dystin millum liðini vann Bayer Leverkusen 1-0, so trýstið í kvøld liggur á sponsku meistarunum, sum skulu fram at fáa mál.
Dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45, og verða vístir ávíkavíst á Tv3+ og Tv3Sport 1 á televarpinum.









