Tað hevur leingi verið ein leysasøga, men nú er tað loksins alment. Arsenal hevur tryggjað sær týska landsliðsleikaran Lukas Podolski, sum skiftir úr barndómsfelagi hansara FC Köln. Podolski hevði eitt ár eftir av sáttmálanum og er harvið keyptur leysur, men hvørgin partur vil upplýsa nakað um prísin.
Í Arsenal fegnast tey um nýggja leikara teirra.
- Vit eru fegin um at tryggja okkum Lukas og meta hann sum ein týðandi part fyri framtíð okkara. Hann er ein heimsklassaleikari, vandamikil frammanfyri málinum og hevur víst dygdir í bæði felagi og á landsliði. Hann er ein stinnur leikari og gevur okkum fleiri møguleikar í álopinum, sigur Arséne Wenger við heimasíðuna hjá felagnum.
Hinvegin harmast ítróttarstjórin í FC Köln, Claus Horstmann, at teir nú mugu veitra farvæl við Podolski.
- Lukas Podolski er ein heimsklassaleikari við einum serligum sambandi við felagið, fjeppararnar og býin. Vit eru errin av góðu gongd hansara í FC Köln, og harmast um, at hann ikki verður partur av felagnum í framtíðini, sigur hann.
26 ára gamli Lukas Podolski hevur umframt FC Köln eisini umboðað Bayern Munchen í árunum 2006 til 2009. Hann hevur leikt 95 landsdystir fyri Týskland og skotið heili 43 mál.