Seinasti dystur í 17. leikumfari í Premier League hevur verið í kvøld, og var tað ein spennandi dystur um 2. plássið ímillum Arsenal og Manchester City, sum hittust á Emirates Stadium í London.
Arsenal legði seg á odda í 33. minutti við frálíkum skoti frá Theo Walcott, og beint áðrenn dómarin floytaði til hálvleiks, økti Olivier Giroud til 2-0. Mesut Özil átti uppleggið til bæði málini.
Leingi var Arsenal ávegis tryggum sigri, men átta minuttir áðrenn leiklok fekk Yaya Touré aftur spenning í dystin, tá ið hann við frálíkum langskoti sendi bóltin í málhornið og til 2-1.
Hóast tað brendi eitt sindur á frammanfyri Arsenal-málið seinastu løtuna, so megnaði Arsenal at halda tætt og teir vunnu harvið hendan umráðandi dystin 2-1.
Við sigrinum í kvøld er Arsenal framvegis nummar tvey, nú einans tvey stig aftanfyri oddaliðið, Leicester. Manhester City er á triðja plássið, seks stig aftanfyri Leicester.