Arsenal í Havnar Bio

Arsenal Føroyar, ið er almenna Arsenal-fjepparafelagið í Føroyum, hevur fleiri ferðir fyrr skipað fyri felagstiltaki í Havnar Bio, ið altíð er sera beinasamt at veita innivist, so Premier League-dystir kunnu upplivast á stóra løriftinum í biografsalinum.

 

Dysturin millum arvafíggindarnar, Arsenal og Tottenham byrjar klokkan 12.45 leygardagin, og dyrnar verða latnar upp klokkan 12. Tiltakið er bert fyri limir í Arsenal Føroyar, so tað krevst at vísa limakortið fram, fyri at fáa atgongd til tiltakið. Nýggir limir kunnu sjálvandi eisini tekna seg og sleppa við til tiltakið og at síggja dystin.

 

Nú fyrsti triðingurin av kappingini í Premier League er farin aftur um bak, er Arsenal næstfremst við 26 stigum, meðan Tottenham er nummar sjey við 19 stigum. Liðini hava møtst tvær ferðir higartil í ár og vunnið hvør sín dyst, so spenningurin undan hesum dystinum er stórur.

 

Í Arsenal Føroyar siga tey, at vónirnar eru góðar undan dystinum, tí higartil hevur Arsenal ongantíð tapt ein dyst, sum er vístur í Havnar Bio, og sjálvandi eru vónir um, at hesi góðu hagtølini sleppa at halda sær. Vanliga plagar at vera sera góð uppmøting til tiltøkini hjá Arsenal Føroyar.