Á Emirates Stadium í London hevur Arsenal sýnt stóra styrki í ár ? ikki minst í verjupartinum. Og tað gjørdi liðið aftur í kvøld, hóast stórar útskiftingar vóru í verjuni hjá London-felagnum.
Tíðliga í dystinum lobbaði Walcott hegnisliga vertirnar á odda, og tað var sjáldan, at gestirnir veruliga hóttu leiðsluna.
Eina løtu royndu teir at flyta spælið longur fram, men revsingin fall hart, og við tveimum málum miðskeiðis í seinna hálvleiki tók Arsenal allan spenning úr uppgerðini, sum samanumtikið vísti klassamun á liðunum báðum.
Í hálvfinaluni skal Arsenal spæla móti Manchester United. Triðja enska liðið í hálvfinaluni er Chelsea, sum tá spælir móti spanska Barcelona.
Arsenal-Villarral 3-0 (1-0)
Arsenal víðari við samanlagt 4-1
1-0: Theo Walcott, 10.
2-0: Emmanuel Adebayor, 60.
3-0: Robin van Pierse (br.), 69.