Øll vit, ið hava áhuga fyri Premier League, vita, at ein rúgva av pengum er at finna í hesari fótbóltsvinnuni. Feløgini krevja eina ríviliga upphædd fyri atgongumerki til dystirnar, leikararnir fáa eina rúgvu av løn, og tað merkir sjálvandi eisini, at feløgini sita inni við einari rúgvu av pengum og oyrum. Hetta merkir, at til dømis ein ferð til ein útidyst ikki er meira enn lummagrús fyri feløgini at gjalda.
Fyrr í dag kom undan kavi, at Arsenal-ferðalagið, sum skal spæla útidyst ímóti Norwich í morgin, valdi at flúgva hendan lutfalsliga stutta teinin. Flogferðin tók minni enn eitt korter, 14 minuttir. Hetta skrivar bretska Telegraph.
Frástøðan ímillum fløgvøllin, har Arsenal-ferðalagið fleyg frá til Norwich, har dysturin verður spældur, er umleið 160 kilometrar. Eftir útlendskum mátistokki er hetta als ikki nakur langur teinur, og hevði Arsenal-ferðalagið til dømis ferðast við toki, so hevði ferðin tikið tveir tímar.
Tað er ongin loyna, at tað er meira umhvørvisskaðiligt at ferðast uppi í luftini enn niðri á jørðini, og tað hevur fingið bretskar umhvørvisfelagsskapir at rópa varskó.
Arsene Wenger greiðir soleiðis frá, hví Arsenal-ferðalagið valdi at ferðast umvegis flogfar:
- Tá ið vit tóku avgerðina, vistu vit, at tað fór at vera vegarbeiði á vegnum til Norwich, tá ið vit skuldu koyra har. Koyrileiðin til Norwich er ikki tann lættasta. Vit flúgva ikki ofta innanlands, vanliga taka vit tok, men hesaferð gjørdu vit eitt undantak, sigur Arsene Wenger.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Arsenal-leikarar hava ferðast til útidyst í Norwich í flogfari. Tað varð eisini gjørt í 2012, og tá vann Norwich eftirfylgjandi dystin 1-0. So er spurningurin, um óvanliga stutta flogferðin fær nakra ávirkan á dystin í morgin.