Arsenal feldi Manchester City

Santi Cazorla og Oliver Giroud feldu Manchester City, sum nú er fimm stig aftanfyri Chelsea

Arsenal vann í dag heldur óvæntað á Manchester City á Etihad leikvøllinum. Santi Cazorla og Oliver Giroud skoraðu málini fyri gestirnar úr London. Góða gongdin hjá West Ham heldur eisini fram. Teir vunnu 3-0 á Hull City.

 

Les eisini: Útskeldaðir málskjúttar

 

Nú er luft millum Chelsea og Manchester City í oddinum. Chelsea spældi í gjár tann “perfekta” dystin sambært José Mourinhio, tá teir vunnu 5-0 á Swansea. Í dag tapti Manchester City, sum var uttan Yaya Toure. Chelsea er nú fimm stig fremst.

 

Arsenal vóru ikki so nógv á bóltinum, sum teir plaga, men teir vardu væl og spældu upp á mótálop. Hetta riggaði væl. Í fyrra hálvleiki fingu Arsenal heldur ivasamt brotsspark, tá Nacho Monreal fór umkoll í brotsteiginum. Santi Cazorla umsetti til mál.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Arsenal á odda 2-0. Einfalt fríspark bleiv sent innfyri. Har var Oliver Giroud fyrstur á og skoraði frammanfyri Arsenal viðhaldsfólkunum. Arsenal var í løtum hart trýst, men hótti í skjótálopunum.

 

Bæði liðini kundu havt fingið mál, men tað endaði við 2-0 sigri til Arsenal, sum liggur á fimta plássi í Premier League.

 

Andy Carroll setti gongd á West Ham

 

West Ham blandar seg framvegis upp í stríðið um Champions League plássini. West Ham vann 3-0 á Hull, eftir at tað var málleyst í hálvleikinum. Andy Carroll setti gongd á í seinna hálvleiki, tá hann var fyrstur á ein retur, sum málverjin skuldi havt bjargað betri.

 

Innskifti Morgan Amalfitano økti tjúgu minuttir fyri tíð, áðrenn Stewart Downing í skjótálopi kundi staðfesta sigurin til 3-0. Hull liggur framvegis undir niðurflytingarstrikuni.

 

Premier League 22. umfar:

Í dag:

West Ham – Hull 3-0

Manchester City – Arsenal 0-2

 

Í gjár:

Aston Villa – Liverpool 0-2

Burnley – Crystal Palace 2-3

Leicester – Stoke 0-1

QPR – Manchester United 0-2

Swansea – Chelsea 0-5

Tottenham – Sunderland 2-1

Newcastle – Southampton 1-2

 

Í morgin:

Everton - WBA