Dramatikkurin var í hásæti fleiri staðni kring Europa í kvøld.
Í Milano megnaði AC Milan at vinna væntaða sigurin á Celtic, men tað var tó ikki fyrr enn í 93. minutti, at Káka sendi bóltin í kassan.
Í München vann Bayern 2-1 á Real Madrid, og komu teir tí víðari við regluni um flest mál á útivølli.Maakey og Lucio skutu Bayern upp á 2-0, men tá van Nistelrooy minkaði um munin, gjørdust einastu minuttirnir sera spennandi.
Á Emirates mátti Arsenal taka til takkar við 1-1 javnleiki móti PSV Eindhoven, sum vann samanlagt 2-1. Alex da Dias Costa hjá PSV var í brennideplinum, tí hann skoraði nevnliga bæði málini í dystinum! Tað seinna av hesum fór í rætta málið, tá 7 minuttir voru eftir at spæla.
Og á Old Trafford endaði Hernik Larsson leiguavtalu sína við einasta málinum í dystinum móti Lille. Samanlagt vann Manchester 2-0 á fraklendingum.










