Stór uppgerð var í 5. rundu av FA Cup á Old Trafford í dag, har kappingarneytarnir í oddinum av Premier League, Manchester United og Arsenal, brustu saman. Heimaliðið hevði lætt spæl, meðan Arsenal als ikki var til staðar.
Í fyrra hálvleiki var tað ikki stórt meiri enn fyrstu løtuna, ið Arsenal fekk gleði av at hava bóltin. Manchester United vísti størri tryggleika við bóltinum, og frammi á vøllinum vóru teir vandamiklir. Tá ið eitt korter var farið legði Wayne Rooney heimaliðið á odda, eftir at hann skallaði bóltin í netið úr stuttari fjarstøðu. Bara fýra minuttir seinni var aftur mál. Darren Fletcher skallaði bóltin mótvegis málinum eftir eitt gott innlegg úr vinstru síðu, og umvegis høvdið hjá William Gallas endaði bólturin í netinum til 2-0.
Sjey minuttir fyri hálvleik eydnaðist tað Nani at økja til 3-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
United byrjaði við sama trýsti í seinna hálvleiki, og Emmanuel Eboué gjørdi ikki tingini lættari hjá Arsenal, tá ið hann í 49. minutti fekk reytt kort fyri eina vitleysa stempling á Patrice Evra. Eftir hetta fall leikferðin nakað, og tá ið 70. minuttir vóru farnir, hevði Arsenel-venjarin fingið nokk, og framdi tríggjar útskiftingar í einum. Hetta hjálpti tó ikki nógv, tí bara fýra minuttir eftir hetta skallaði Darren Fletcher bóltin í netið til 4-0.
Fleiri mál komu ikki, men eftir málmøguleikum at døma hevði sigurin kunnað verið nógv størri. United er tó trygt í kvartfinaluni í FA Cup.










