Arsenal er steypavinnari

Einki leyp av ímóti Hull, sum eftir 10 minuttir var á odda 2-0 og eftir longda leiktíð tapti 3-2

Í Arsenal leguni er lagið gott og lættin stórur í kvøld. Eftir einki at hava vunnið í níggju ár eydnaðist tað í dag The Gunners at vinna FA Cup finaluna ímóti Hull City 3-2. Hetta var eftir longda leiktíð.

Sigursmálið skoraði Aaron Ramsey eftir uppspæl í høgru og útfrá. Bólturin smeyg sær inn við nærra stólpan. Sigursmálið var tað einasta, sum varð skorað í opnum spæli. Øll hini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður.

 

 

Hull legði fyri sum eitt satt ódnarveður, og longu eftir tíggju minuttir var mótbrekkan hjá favorittunum í Arsenal ógvuliga stór. Hull City legði seg beinanvegin framum við tveimum málum, sum James Chester og Curtis Davies skoraðu. Í báðum førum var tað eftir deyðbóltsstøður, og tað var um reppið, at Hull eftir horna økti til 3-0, og at spenningurin harvið fór úr uppgerðini, men ta ferðina bjargaði Arsenal á strikuni.

 

 

Longu í 17. minutti minkaði Santi Cazarloa um munin við fram úr frísparki, og tjúgu minuttir undan dystarloki javnaði miðverjin Laurens Koscielny.

So var neyðugt við longdari leiktíð. Sum tíðin leið var Arsenal alt meiri omaná. Leikliga avrikið var ongantíð serliga sannførandi, men tá ið sigursmálið varð skorað í 110. minutti, var tað ikki óvæntað, tí tá hevði Arsenal havt fleiri góðar royndir, og í tveimum førum tóktist vinnararnir verða burturdømdir, tá ið tað sá út til at vera brotsspark.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2005, at Arsenal vinnur eitt steyp.