Arsenal hevði aftur í kvøld møguleikan at vinna sær oddasessin frá Leicester, tá ið uppflytararnir úr Bournemouth vóru á vitjan á Emirates Stadium. Tað eydnaðist Arsenal at reisa seg aftur eftir eyðmýkjandi 4-0-tapið ímóti Southampton 2. jóladag, tí ímóti Bournemouth vunnu teir 2-0 við málum frá Gabriel Paulista og Mesut Ӧzil.
Við sigrinum í kvøld hevur Arsenal vunnið sær oddasessin í Premier League og er nú eitt stig frammanfyri Leicester, sum tó hevur møguleikan at fáa oddasessin aftur, tá ið teir í annaðkvøld kl.19.45 fáa vitjan av Manchester City.
Á Old Trafford í kvøld var dystur ímillum tvey kreppurakt stórfeløg, nevniliga Manchester United og Chelsea. Ógvuliga sigandi endaði hesin dysturin við 0-0-javnleiki. Málmøguleikar manglaðu tó ikki. Manchester United hevði tvær skotroyndir á stongina, meðan Chelsea eisini misnýtti onkran stóran málmøguleika.
Triði og seinasti dysturin í Premier League í kvøld var ímillum West Ham og Southampton. Dusan Tadic syrgdi fyri at gestirnir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum, men Michail Antonio og Andy Carroll kúgvendu dystinum í seinna hálvleiki, soleiðis at West Ham vann dystin 2-1.