Dagsins finala í ensku steypakappingini er júst liðug. Sum vanligur siður er varð finalan leikt á søgurika Wembley-leikvøllinum. Liðini, ið hittust, vóru Arsenal og Aston Villa. Ongin ivi var um, at Arsenal, ið eisini vann kappingina í fjør, var stórfavorittur at vinna dystin.
Og sigast má, at Arsenal-leikararnir handfóru favorittleiklutin á meistarligan hátt. Villa megnaði at fylgja við næstan allan fyrra hálvleik, men í seinasta minutti av vanligu leiktíðini skoraði Theo Walcott, ið byrjaði inni ístaðin fyri Giroud, til 1-0. Í seinna hálvleiki var ongin slingur í valsinum hjá sigursvanda stórfelagnum úr Norðurlondon. Við málum frá Alexis Sanchez, Per Mertesacker og innskifta Olivier Giroud vann Arsenal heili 4-0.
Hetta er ein søguligur FA Cup-sigur fyri Arsenal, tí at sigurin merkir, at Arsenal hevur vunnið FA Cup 12 ferðir ígjøgnum søgu felagsins. Manchester United hevur vunnið kappingina 11 ferðir, og tískil er Arsenal mest vinnandi felagið nakrantíð í søguríku FA Cup-kappingini.