Arsenal er flúgvandi

Champions League: Arsenal heldur fram við at vinna

Arsene Wenger hevur verið fyri nógvum ákoyringum, men hann svarar aftur á vøllinum. Liðið liggur fremst í Premier League og hevur nú vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League bólkaspælinum.

 

Aðrastaðni hevði Barcelona stórar trupulleikar í Skotlandi, meðan Chelsea hevur avlýst alt tað, sum eitur krepputos í Champions League.

 

Bólkur E:

Ein hvør kreppa í Chelsea í Champions League samanhangi er fyribils avlýst. José Mourinho og hansara menn vunnu greiðan sigur í Rumenia móti Steaua Bukarest. Ramires legði Chelsea á odda og stutt fyri hálvleik bleiv dysturin avgjørdur, tá heimaliðið gjørdi sjálvmál.

 

Steaua Bukarest hevði ikki nógv at bjóða upp á fram eftir vøllinum. Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Ramires aftur, áðrenn Frank Lampard staðfesti sigurin við málið til 4-0.

 

Í Sveis tók Basel móti Schalke 04. Einsmalla málið í dystinum skoraði ein kenningur í Føroyum. Julian Draxler, sum byrjaði inni móti Føroyum á Tórsvølli fyri Týskland, skoraði málið tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.

 

Bólkur F:

Arsenal er flúgvandi í løtuni. Teir eru oddalið í Premier League og hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League bólkaspælinum. Í kvøld vunnu teir 2-0 á Napoli. Stóri spælarin á vøllinum var Mesut Özil. Fyrst skoraði hann sjálvur og so legði hann upp til 2-0 málið, sum Olivier Giroud skoraði.

 

Borussia Dortmund reisti seg eftir tapið fyri Napoli í fyrsta dystinum. Teir vunnu heili 3-0 á  Marseille. Robert Lewandowski skoraði tvey, meðan Marco Reus skoraði tað triðja.

 

Bólkur G:

Einki mál kom í fyrsta dystinum, sum varð spældur í kvøld millum Zenit og Austria Wien. Her fekk Zenit miðvallarin, Axel Witsel, reytt kort beint fyri hálvleik. Tað endaði málleyst.

 

Í hinum dystinum vendi Atletico Madrid eitt hóttandi 1-0 tap til ein 2-1 sigur. Jackson Martinez legði FC Porto á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraði Diego Godín og Arda Turan fyri gestirnar úr Madrid.

 

Bólkur H:

Barcelona vóru á knønum móti Celtic, men endaðu við at vinna 1-0. Celtic fekk liðskiparan, Scott Brown, útvístan fyri at sparka eftir Neymar. Síðani var Celtic um reppið at leggja seg á odda í tveimum førum í seinna hálvleiki, men stutt seinni skoraði Cesc Fabregas einsamalla málið í dystinum. Barcelona kundi tá havt økt, men frálíkt málmansspæl steðgaði tí.

 

Í Amsterdam var dramatikkur, har tvey mál komu í tíðini dómarin hevði lagt afturat. Fyrst legði Stefano Denswil Ajax á odda, men beint aftaná javnaði Mario Balotelli fyri AC Milan við umstríddum brotssparki.

 

Champions League:

 

Bólkur E:

Steaua Bukarest – Chelsea 0-4

FC Basel - Schalke 04 0-1

 

Bólkur F:

Borussia Dortmund  - Marseille 3-0

Arsenal – Napoli 2-0

 

Bólkur G:

FC Porto - Atletico Madrid 1-2

Zenit - Austria Wien 0-0

 

Bólkur H:

Ajax  - AC Milan 1-1

Celtic - Barcelona 0-1