Arsenal í enn einari FA Cup finalu

Arsenal hevur vunnið FA Cup 13 ferðir í søguni, og nú fáa teir møguleika at vinna heimsins elstu fótbóltskapping á 14. sinni aftaná 2-0 hálvfinalusigur á Manchester City

Manchester City var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Arsenal í hálvfinaluni í heimsins elstu fótbóltskapping - FA Cup - á Wembley leikvøllinum í London í kvøld.

Men tað løgdu Arsenal og tá serliga Pierre-Emerick Aubameyang líka lítið í.

Tá 19 minuttir vóru farnir legði Pierre-Emerick Aubameyang Arsenal á odda við at seta bóltin í mál via stongina aftaná gott forarbeiðið av Pépé. 

Fyrra partin av seinna hálvleiki hevði Manchester City nakrar góðar royndir, men tá 71 minuttir vóru farnir økti Pierre-Emerick Aubameyang til 2-0 til Arsenal. 

Hesaferð var tað Kieran Tierney sum átti forarbeiðið áðrenn Pierre-Emerick Aubameyang fekk bóltin framvið Ederson í málinum hjá City. City kom ikki afturíaftur, og Arsenal sum higartil í søguni hevur vunnið FA Cup kappingini 13 ferðir, ið er met skal nú spæla sína FA Cup finalu nummar 21 í søgu felagsins.

Í annaðkvøld fæst at vita um mótstøðuliðið hjá Arsenal eitur Chelsea ella Manchester United.

Manchester United, ið hevur vunnið FA Cup kappingina 12 ferðir í søguni kann spæla seg í finalu nummar 21 í søguni, og Chelsea sum hevur vunnið FA Cup kappingina átta ferðir kann spæla seg í finalu nummar 14 í søguni. 

HER ber til til at síggja málini.