Arsenal enn ein skaddan leikara

Fyrst blivu Cesc Fabregas og Theo Walcott skaddir, síðani taptu teir Carling Cup finaluna og nú er eisini Robin van Persie skaddur. Eftir sigurin á Barcelona sá alt so gott út hjá Arsenal, men í dag er støðan ein onnur. Fyrst megnaði Arsenal ikki at vinna á Leyton Orient í FA Cup. Síðani blivu bæði Cesc Fabregas og Theo Walcott skaddir í 1-0 sigrinum á Stoke á Emirates leikvøllinum. Báðir sótu uttanfyri, tá Arsenal í Carling Cup finaluni tapti fyri Birmingham í evstu løtu.

 

Robin van Persie mátti í Carling Cup finaluni lata seg útskifta við skaða. Tað er nú greitt, at hann verður skaddur í góðar tríggjar vikur. Hann verður sostatt ikki tøkur til retur dystin móti Barcelona í Champions League. Tað er líkt til, at Cesc Fabregas verður tøkur vitjanina í Barcelona 8. mars, meðan Theo Walcott helst ikki verður klárur til tann dystin.

 

Arsenal skal í kvøld spæla móti Leyton Orient í umdysti í FA Cup. Eisini Manchetser City og Aston Villa spæla í FA Cup í kvøld.