Enska felagið Arsenal hevur fingið dyggan smeit, nú tað er greitt, at liðformaðurin á liðnum ikki kann spæla næstu tríggjar mánaðirnar Spanski miðvallarin Cesc Fabregas fór av vøllinum við skaða sunnudagin, og nú er greitt, at eitt liðband í knænum er lutvíst slitið.
- Tað eru ikki góð tíðindi. Tað fer helst at taka 4 mánaðir, áðrenn Fabregas verður klárur at spæla aftur, sigur Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal.
Hann sigur, at nú er tað meira sannlíkt, at Arsenal fer at keypa onkran nýggjan spælara í januar, men Wenger leggur afturat, at Arsenal eisini hevur spælara í hópinum, sum kunnu taka yvir eftir Fabregas.










