Í kvøld hevði Arsenal møguleika at lyfta seg nærri báðum liðnum úr Manchester, eftir at bæði United og City í hesum umfarinum høvdu verið partar av javnleikum.
Men tað kiksaði enn einaferð hjá Arsenal á útivølli. Úrslitið í Birmingham ímóti West Bromwich Albion var 1-1.
Avrikið var einki at rópa hurrá fyri. Arsenal hevði stórar trupulleikar at fáa eyðkenda samanspælið at rigga. Spælararnir tóktust troyttir, og heimaliðið hevði ikki stórar trupulleikar at verja málleysa javnleikin og í onkrum førum hóttu heimamenninir.
Seks minuttir undan leikloki eydnaðist tað loksins Arsenal at skora, tá ið Hugo Sánchez umvegis fríspark skoraði.
Arsenal spælararnir fegnaðust, men tað eydnaðist teimum ikki at halda tørn. Í 89. minutti umsetti Jay Rodriguez brotsspark til mál, og so endaði tað 1-1.