Arsenal bukaðir í Milan

Arsene Wenger og Arsenal fingu ein ordans umgang í fyrru 1/8 finaluni í Champions League í kvøld. AC Milan vann dystin heili 4-0. Robinho skoraði tvey, meðan Kevin-Prince Boateng og Zlatan Ibrahimovic skoraðu hvør sítt.

 

Arsene Wenger gramdi seg um vøllin undan dystinum og tað er einki at siga til, tí vøllurin var í ringum standi. Serliga langsíðurnar líktist meiri eplaveltum enn einum fótbóltsvølli. Leikvøllurin hjá AC Milan er somuleiðis heimavøllurin hjá Inter Milan og tí verður nógvur fótbóltur spældur á vøllinum.

 

Um hetta var ein trupulleiki fyri Arsenal, so var tað ikki ein trupulleiki fyri AC Milan, sum herjaði á frá fyrsta bríksli. Verjan hjá Arsenal tóktist ótrygg og tað revsaðu vertirnir longu aftaná eitt korter. Kevin-Prince Boateng tamdi bóltin við bringuni inni í brotsteiginum og smekkaði bóltin í málið umvegis tvørstongina.

 

Sjey minuttir fyri hálvleik økti Robinho við stútara, eftir at Zlatan Ibrahimovic rak seg leysan í vinstru og legði innfyri frá baklinjuni. Støðan í hálvleikinum var 2-0.

 

Arsene Wenger sendi Thierry Henry á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki fyri Theo Walcott. Lítið hjálpti, tí bara fáar minuttir inn í seinna hálvleiki økti Robinho til 3-0. Á brotsteigarmarkinum misti Arsenal verjuleikari fótafesti, tá Robinho vendi sær. Bóltsnillingurin takkaði fyri plássið og sendi bóltin í málið.

 

Tólv minuttir fyri tíð bríkslaði dómarin fyri brotssparki til AC Milan, tá Johann Djourou feldi Zlatan Ibrahimovic. Svenski landsliðsleikarin umsetti sjálvur brotssparkið til mál.

 

Hetta var seinasti dysturin hjá Thierry Henry í eini Arsenal troyggju – fyribils hvørtfall. Hann fer nú aftur til New York Red Bull.

 

Fyrra 1/8 finalan millum Zenit og Benfica varð spæld fyrr í dag í bítandi kulda. Zenit var á odda 2-1 líka til tríggjar minuttir restaðu. Tá javnaði Oscar Cardozo fyri Benfica. Minuttin eftir skoraði Roman Shriokov sítt seinna fyri Zenit og tryggjaði vertunum eina leiðslu undan seinna dystinum.

 

Champions League 1/8:

 

15/2(í dag):

Zenit – Benfica 3-2

0-1 Maxi Pereira, 20

1-1 Roman Shirokov, 27

2-1 Sergei Semak, 71

2-2 Oscar Cardozo, 87

3-2 Roman Shirokov, 88

 

AC Milan – Arsenal 4-0

1-0 Kevin-Prince Boateng, 15

2-0 Robinho, 38

3-0 Robinho, 49

4-0 Zlatan Ibrahimovic, 79 br

 

14/2(í gjár):

Bayern Leverkusen – Barcelona 1-3

0-1 Alexis Sanchez, 41

1-1 Michal Kadlec, 52

1-2 Alexis Sanchez, 55

1-3 Lionel Messi, 88

 

Lyon – Apoel Nicosia 1-0

1-0 Alexandre Lacazette, 58

 

21/2:

CSKA Moskova – Real Madrid (17:00)

Napoli – Chelsea (19:45)

 

22/2:

FC Basel – Bayern Munchen (19:45)

Marseille – Inter Milan (19:45)