Arsenal bert javnleik

Tað eydnaðist Leicester City at fáa javnleik móti Arsenal, sum kortini er ósigrað eftir tríggjar dystir.

Tað eydnaðist Leicester City at fáa javnleik móti Arsenal, sum kortini er ósigrað eftir tríggjar dystir.

 

Tað var annars Alexis Sanchez, sum legði Arsenal á odda eftir 20 minuttir, men bert tveir minuttir seinni headaði Leonardo Ulloa bóltin í málið til javnleik 1-1.

 

Uppflutta Leicester liðið hevði teir meira opnu møguleikarnar í seinna hálvleiki, har bæði Ulloa og innskifti Jamie Vardy vóru nær við.

 

Tað kom tó einki mál aftrat í dystinum, sum sostatt endaði 1-1.

 

Leicester-Arsenal 1-1 (1-1)

20. 0-1 Alexis Sanchez

22. 1-1 Leonardo Ulloa