Enska felagið Arsenal heitir nú á síni viðhaldsfólk um ikki at taka tjóðarfløgg við sær til dystir á Emirates Stadium. Bólkar av fjepparum hava sagt fyri felagnum, at teimum dámar ikki, at ymisk fløgg fyri fremmand lond verða tikin inn á stadion, og hetta ger felagið nú nakað við. Frameftir skulu fjepparar hjá Arsenal bara taka Arsenal-fløgg við sær inn á leikvøllin, og tað skulu ikki verða nøkur national eyðkenni á fløggunum