Arsenal á amerikanskar hendur

Manchester United og Liverpool eru longu á amerikanskum hondum, og nú er sannlíkindi fyri, at Arsenal fer sama veg.

 

Amerikanski ríkmaðurin, Stan Kroenke hevur sambært bretskum miðlum nú keypt 29,9 prosent av partapeninginum í Arsenal. Tá Stan Kroenke eigur 30 prosent av partapeninginum, kann hann sambært bretskari lóg geva boð uppá allan hin partapeningin í felagnum.

 

Stan Kroenke eigur longu nú kurvabóltsliðið, Denver Nuggets, og fótbóltsliðið, Colorado Rapids.

 

Nú óttast mong Arsenal-viðhaldsfólk fyri, at Kroenke eins og landsmennirnir, sum eiga Manchester United og Liverpool fer at læna pening til at yvirtaka allan partapeningin, fyri síðani at lessa alla skuldina yvir á Arsenal, sum skal gjalda risaupphæddir hvørt ár til renturnar fyri lánið, sum Stan Kroenke fer at taka, fyri at hava alt ræðið yvir Arsenal.