Arsenal ætlar sær 2. plássið

Arsenal vann tryggan sigur í kvøld

Kvøldins mánadagsdystur í Premier League var ímillum Hull og Arsenal á KC Stadium. Arsenal vann ein trivaligan 1-3 sigur. Hálvleiksstøðan var heili 0-3 til Arsenal.

 

Superstjørnan hjá Arsenal, Alexis Sanchez skoraði tvey mál, meðan Aaron Ramsey eisini fekk eitt. Troystarmálið hjá Hull skoraði Stephen Quinn.

 

Úrslitið merkir, at Arsenal leggur seg á 2. plássið í Premier League við 70 stigum. Manchester City hevur eisini 70 stig, men hevur leikt ein dyst meira enn Arsenal. Úrslitið merkir eisini, at Champions League-luttøkan hjá Arsenal er so at siga 100% staðfest.

Hjá Hull er støðan meira hættislig. Teir liggja á 17. plássi við 34 stigum og eru bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Trý leikumfør eru eftir av Premier League.