Arrogantir tungvektarar

Í táttinum hjá Kringvarpinum, har tey spyrja blaðstjóra á Dimm­a­lætt­ing um ym­iskt, var evnið í Degi og Viku í gjárkvøldið, hvussu nið­ur­set­andi fram­­ferð­­ar­­hátt­urin hjá Jó­annes Eidesgaard og Johan Dahl eru.

Jóannes Eid­es­gaard segði á tingsins røð­ar­a­palli, at hann vónaði ikki, at vit fingu eina nýggja bank­a­kanning, tí seinast, vit høvdu eina slíka, førdi tað til, at Høgni Hoydal varð valdur á ting. Hetta helt blaðstjórin á Dimmu vera arrogant, non­sja­lant og tek­in um, at Jó­ann­es Eidesgaard hevur verið ov leingi í politikki
Johan Dahl segði í sjón­varp­inum ­her­fyri í málinum um Skrá­set­ing Føroya, at hann »ref­er­er­aði ikki til tin eina kont­ór­damu á gólvinum, men bara til stjóran«. Hetta helt blaðstjórin vera »full­stend­iga undir beltið«:
- Hann er landsstýrismaður í javn­støð­u­málum og úttalar seg um »kon­tór­dam­u­na á gólv­i­num«. Hevði hatta ver­ið í Svøríki, so varð hann koyrd­ur frá, segði hon.

Jú, arrogantir eru okkara pol­­i­t­ik­arar so mangan, so tað er bara gott, at slíkt kemur fram. Hevði sjónvarpið spurt um hetta á okkara redaktión, so kundu vit fortalt teimum, at Jó­annes Eidesgaard tím­ir ikki at luttaka í einum pol­it­isk­um kjaki á Hvonn Live send­ing­ini hjá Rás2 komandi leyg­ar­kvøld, tí hann »tímir ikki at lut­taka í sending, sum bara hevur til endmáls at fylla eina kafé«.
Og løgmaður hevur heldur ikki stundir at vera við - og tað er aðru ferð, at hann gevur avboð til politiskt orðaskifti á Hvonn Live. Meðan Eidesgaard sendir næsta fólk sítt, Helenu Dam á Neystabø, hevur løgmaður enn ongan vat at senda fyri seg.
Hvør skal siga. Hava teir gloymt, hvønn teir umboða?
Arrogant? Ja!
Nonsjalat? Ja!
Virðiligt: NEI!
Hetta skriva vit okkum sjálvandi aftan fyri oyrað...