Arrogansan hjá SEV fullkomin

   

Er tað veruliga so, at SEV sleppur at steðga verkætlanini í Svínoy? Vónandi ikki! Annars má landsmynd-ugleikin skera ígjøgnum so ella so.
Tað sær framvegis ikki út til, at SEV kennir sína vitjanartíð. Niðurteljingin hjá SEV er tó so smátt byrjað, 5. oktober 2013 missir SEV einkarrættin. Men skulu vit veruliga bíða 10 ár afturat, áðrenn SEV vaknar? Ella er stundin nú komin, at politiski myndugleikin setur SEV uppá pláss?
Eg havi áður sagt tað - og eg endurtaki tað enn eina ferð - orkupolitikkurin í Føroyum verður ásettur á skrivstovuni hjá stjóranum í SEV.
Ein glotti var tó at hóma, tá ið vindmyllurnar í Vestmanna sluppu at lata streym til SEV. Hart trýstur noyddist stjórin at geva skarvin yvir. Hetta vegna áhaldandi trýst frá ikki minst umboðsnevndarformanni og onkrum einstøkum stýrislimi. Hevði tað ikki verið, tí at stjórin av øðrum áðum var undir trýsti, hevði stýrið og umboðsnevndin ikki havt neyðuga megi at fingið málið ígjøgnum.
Vónandi gongst væl við verkætlanini í Vestmanna. Sjálvur haldi eg tó, at tað er eitt sindur ørkymlandi, at einstakir persónar ella virkir fáa framíhjárættindini. Loyvi mær tó í hesum sambandi at minna á, at um okkurt skuldi gingið galið, so er talan um smápengar í SEV-samanhangi. T.d. skuldi fyrsta stig av vatnorkuútbyggingini - Eiði 1 - kosta 218 mió., men kostaði tað meira enn tað dupulta. Og síðsta fíggjargølan er, at SEV skal gjalda fleiri milliónir fyri sprongd rør í høgunum í Klaksvík.
Ein ætlan sum tann í Svínoy nervar heldur ikki SEV á nakran hátt. Tað er stoltleiki SEV?s - ella rættari sagt stjórans - sum stendur uppá spæl. Stjórin vil ikki hava aðrar leikarar inn á kervið.
Havi eg skilt tað rætt, so hevur verkætlanin til endamáls at gera oynna sjálvberandi við orku. Rætt er, at orkuverkið hjá SEV skal vera til taks í hesum tíðarskeiði, men annars eru ongar útreiðslur fyri SEV. Eg haldi ikki, at nakar, ið er eitt sindur til vits, ivast í, at verkætlanin er sera áhugaverd. Eisini verður upplýst, at fíggingin til verkætlanin er, ella verður fingin til vega, uttanlands. Tað er altso hvørki landið, kommunan ella SEV, ið kemur at svíða, um ikki gongst sum ætlað.
Tí kann tað bara snúgva seg um særdan stoltleiki hjá SEV, sær verkætlanin ikki dagsins ljós. Eru vit veruliga ikki komin eitt stig longri í Føroyum?
Spurningurin er, um tað ikki ber til hjá landsins myndugleikum at skera ígjøgnum, um SEV ikki makkar rætt. Loyvi SEV?s frá 1963 er illa orðað, tað viðgangi eg. Men hetta er ikki bara til fyrimunar fyri SEV, m.a. hevur landsmyndugleikin í gr. 13 tilskilað sær rætt at tulka loyvið.
Í loyvinum frá 1963 stendur:
-at krevjast kunnu víðkingar, broytingar og ábøtur á verandi virkir;
-at verandi og nýggjar lógir, kunngerðir, reglugerðir, fyriskipanir v.m. skulu fylgjast; og
-at skipast kann fyri fyribils rakstri fyri rokning loyvishavarans, um raksturin verður steðgaður fyri heil øki.

Eykaðalfundur verður í umboðsnevnini 12. desember. Enn er eingin fundarinnkallingin komin, men havi eg fingið at vita frá umboðsnevndarformanninum, at omanfyrinevnda mál ikki verður á skrá, og tað haldi eg er spell.
Hinvegin skal umboðsnevndin taka støðu til fram-hald av vatnorkuútbyggingini á Eiði, og er hon kostnaðarmett til 150 mió. fyri einar 15-20 mió. kWh/ár. Talan er um eina ætlan, sum er ógvuliga dýr og eftir mínum tykki sera ivingarsom. Tí vóni eg, at landsstýrið og løgtingið taka málið upp, áðrenn tað verður sett í verk. Landsmyndugleikin kann ikki bara tváa hendur í orkumálum og siga, at tað lata vit SEV um.