Eftir at blámusoppur varð staðfestur á politistøðini í Havn og í varðhaldinum, sum er bygt fast í politistøðina, var greitt, at bæði politi og varðhald vórðu noydd at finna sær onnur høli at vera, meðan soppafongdu hølini verða umvæld.
Bent Jákup Hansen, leiðari í arresthúsinum ótolnast eftri svari frá ovastu leiðsluni, sum skal góðkenna eitt leigumál. Arrestin hevur funnið nøkur hús, sum eru egnað.
Sjálvt um góðkenningin kemur frysta dagin, ganga kortini fleiri vikur, til arrestin kann flyta. Neyðugt verður við umbygging, og standa húsini í bygdum øki, verður helst neyðugt við grannahoyring.
Alt arresthúsið er ikki fongt við soppi. Fýra klivar kunnu framvegis brúkast. Tá ið teir eru so fáir, eru allar innsetingar útsettar langa tíð fram. Bara tey, sum verða tikin og varðhaldfongslað, sita nú.
- Starvsfólkini sita framvegis í soppafongdum hølum, sigur Bent Jákup Hansen.