Arrestin ikki darvað í kavarokinum

Arbeiðið á Arrestini í Mjørkadali helt á sum vant í kavarokinum.

Eitt av støðunum, sum hevur verið heldur avbyrgt í kavarokinum seinastu dagarnar, er Mjørkadalur. Í Mjørkadali húsast í løtuni Arresthúsið og in.fo ringdi niðan, fyri at vita, hvussu hesir dagarnir hava verið.

 

Úr Mjørkadali siga tey, at tey hava ikki verið stórvegis darvaði av ringa veðrinum.

- Onkur vakt hevur sitið eitt sindur yvir tíð, men talan er ikki um, at vit hava sitið veðurføst her uppi. Tá vaktarskifti skuldi vera, fingu vit eina maskinu at koyra niðan, sum nýggja vaktarliðið kundi koyra aftaná. Tá høvdu vit eisini møguleikan at fáa nýggjar vørur, um okkurt manglaði. Tey starvsfólk, ið tá vóru liðug at arbeiða, kundu so fyljga maskinuni oman aftur í Havnina, siga tey úr Arresthúsinum.

 

Nú er aftur koyrandi til Mjørkadals úr Havnini og Landsverk er í løtuni í ferð við at grava seg fram úr Kollafjarðardali til Mjørkadals. Sambært Landsverk er tann vegurin kortini ikki opin enn.