“All around” merkir, at kappast verður í øllum seks kappingargreinunum, og í dag hilnaðist so mikið væl hjá Aron Jacobsen, at hann bleiv næstbestur og vann silvur.
Harumframt hevur hann staðið seg so mikið væl, at hann er komin í finaluna í beinsveiggi, lopi um hest, ringum, paralellari barr og rekk. Tað vil siga í øllum greinum uttan gólvi.
Hinir menninir stóðu seg eisini væl í dag, tí eftir kappingarnar í dag er greitt, at teir hava vunnið sær tilsamans 11 finalupláss, tá kappast verður fríggjadagin.











