Arnold verjir Obama

Tað er ikki á hvørjuum degi, at leiðandi republikanarar í USA styðja Barack Obama, forseta og verja politikk hansara, men tað ger tann republikanski guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger.

Hann er als ikki samdur við republikanska flokkinum, sum heldur, at amerikanararnir hava fingið alt ov lítið fyri tann risastóra hjálparpakkan, sum stjórnin hjá Obama játtaði í fjør.

Republikanararnir siga, at pakkin gav alt ov fá nýggj arbeiðspláss, men Schwarzenegger sigur, at bara í Kalifornia hevur pakkin hjá Obama givið 15.000 nýggj arbeiðspláss.