Arnold vísur megi á ferð – á fløgu og í Føroyum

Arnold Ludvig hevur givið út jazzfløgu. Hetta er ein fragd, tí einaferð var tættari millum jazzdroparnar, enn tað er nú. Blábylgjublues og dragandi dýpi.


Váttligt hevur summarið verið, men langt er ímillum jazzdroparnar, um ein hugsar um føroyskan tónleik í dag, og so fyri eini 10 – 15 árum síðani.

Men ein glotti er altíð at hóma, og Arnold Ludvig hevur við fløguni Voyages, sum hann gevur út saman við Arnold Ludvig Sextet, gjørt dagin ljósari – ella rættari: bláari.

Her fara vit ikki í smálutir, men Arnold er kendur sum bassleikari í serflokki. So er tað sagt, og herfrá leypa vit eitt stórt lop víðari til dagin í dag, og aktuellu fløguna.

Tað er so saniliga gleðiligt at hava eina jazzfløgu við føroyskum uppruna í hondini. Tíðin við Jazzfelag og jazzútgávum blómaði í sjeyti- og áttatiárunum, og langt hevur í sirminum verið millum jazzdroparnar seinnu árini.

Voyages hjá Arnold og manning hevur bláan húsa. Ein mynd uttan av havi, úr alduni bláu, sum kavarin og myndamaðurin Ingi Sørensen hevur tikið. Vøkru oyggjar okkara síggjast handan aldukambarnar.

Og tey seks løgini eru bygd upp sum ein ferð: Arnold greiðir í húsanu frá, at útlongsul hevði hann, eins og sjómenn, tá hann sum piltur stóð á bryggjukantinum í Havn. Tónleikurin hevur tikið hann víða. Til Íslands, Canada og til Keypmannahavnar.

Fløgan byrjar við fráferðini úr Føroyum, úr Havn. Hon endar við ferðini til Keypmannahavnar, har hann nú hevur heimstað.


Hetta er ein ferð. Arnold er ferðaleiðari, og hann leggur út við sera vakrari fráferð, har hann fer úr Port Of Thor. Sera yndisligt lag, har ein veruliga verður tikin við, sveimar,eins og sjófuglurin yvir bylgjuna bláu. Hvar ein aftur fær fast undir føti er óvíst. Vakurt og hugtakandi. Arnold leiðir við bassi og aukustiskum guitari, eina í verð.

Síðani verður bygt upp, og endað verður við Journey to Copenhagen. Hóskandi, tí har er lívlseið Arnolds nú, eftir fleiri millumlendingar, síðani fráferðina úr Havn (til Íslands).

Hann hevur savnað gott fólk afturat sær, og sterku kompositiónirnar hvíla í friði, tí mannigin er sterk, og hevur dygdina til ikki at yvirspæla, har ein skal spæla. Og spælt verður, og styrki verður víst, hvør á sítt ljóðføri.

Arnold vísir styrki sum bassleikari, sum so oftani áður, men fær her eisini víst, at hann væl lyftir leiklutin sum leiðandi maðurin, skrivarin, tilrættisleggjarin, leikarin.

Og sum bassleikari verður hann ikki tikin.


Vøkur ferð við Arnold Ludvig, avgjørt vert at seta seg at lurta eftir. Ella at fara út á eitt live-stað í Føroyum at lurta feftir, tí Arnold er í Føroyum í hesum døgum í samband við útgávuna.

Blábylgjublues og dragandi dýpi. Vakurleiki og vælspælandi snillingar. So einfalt og tó.