Nývaldi guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, er farin undir at manna eina nýggja umsiting, sum skal loysa teir ovurstóru búskaparligu trupulleikarnar hjá statinum.
Tað eru royndir menn, sum skulu hjálpa honum. Hann hevur sett kongresslimin David Dreier at leita eftir teimum bestu fólkunum til umsitingina, sum telur 200 fólk, og Dreier hevur longu sagt, at hann fer at leggja dent á at finna fólk, sum hava drúgvar royndir, og sum hava víst síni evni á teimum ymsu økjunum.
Schwarzenegger er tann fyrsti republikanski guvernørurin í Kalifornia í seks ár, men hann noyðist at arbeiða saman við demokratunum, tí teir eru í meiriluta í tinginum í Sacramento. Sjálvur ivast guvernørurin ikki í, at tað fer at bera til. Hann vísir á, at úrslitið av guvernørvalinum var ein greiður boðskapur um, at veljararnir í Kalifornia vilja hava broytingar, og tað mugu demokratarnir eisini skilja, sigur hann.