Tveir av tónleikarunum til Prix-hálvfinaluna hava munandi meira at gera enn hinir.
Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu eru við í trimum Prix-bólkum, og lutakastið lagaði seg soleiðis, at hesir bólkarnir skulu spæla beint eftir hvønn annan.
Fyrsti bólkurin hjá teimum báðum fyrrverandi Føstufressunum er Kristleif Zachariassen, síðani kemur GoGo Blues og so Terji Rasmussen.
Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig hava møguleikan at koma í sjálva finaluna í Prix Føroyum við einum ella fleiri bólkum ? ja, teir kunnu í grundini koma at spæla í øllum finalubólkunum.










