Arnold og Anna sungu fyri Rasmusi Rasmussen

Tað var ein sera rørandi løta í Ghetto Føroyum í dag, tá ið Arnold Ludvig og kona hansara Anna Iachino skuldi framføra tvey løg. Tey valdi, at syngja tey til æru fyri Rasmus Rasmussen, sum í vikuni andaðist.

 

Bæði Arnold og Anna vóru týðiliga rørd av, at tosa um Rasmus, nú hann er farin higani.

 

Fyrsta lagið tey spældu í sendingini eitur Sunshine.

 

- Vit vilja syngja sangin til æru og heiðurs fyri Rasmus. Hann var ein sólglotti í mínum lívi, tá ið eg búði í Føroyum. Ein sera fitt sál, sum nemdi við mítt hjarta, greiddi Anna frá.

 

 

Hoyr lagið Sunshine her: