Arnold á odda

Ein nýggj meiningakanning, sum sjónvarpið CNN hevur gjørt, vísir, at meirilutin av veljarunum í amerikanska statinum Kalifornia vilja hava filmsleikaran Arnold Schwarzenegger til guvernør.

Tann 7. oktober skulu veljararnir í Kalifornia gera av, um verandi guvernørurin, demokraturin Gray Davis, skal halda fram, ella um onkur annar skal loysa hann av. Eftir kanningini hjá CNN siga 63 prosent, at tey vilja hava Gray Davis frá, og 40 prosent halda, at Arnold Schwarzenegger eigur at taka við eftir hann. Tað valevnið, sum fær næststørstu undirtøkuna, er verandi varaguvernørurin, Cruz Bustamente, sum fær stuðul frá 25 prosentum av teimum spurdu.

Mótstøðufólkini hjá filmaleikaranum fýlast á, at hann sýtir fyri at taka lut í politiskum kjaksendingum, og at eingin tí veit, hvønn politikk hann ætlar at reka, verður hann valdur. Eitt nú sýtti Schwarzenegger fyri at taka lut í einum kjakdysti við Gray Davis. Tann kendi sjónvarpsverturin Larry King hevði eisini boðið Schwarzenegger til eina spurnarsending, men heldur ikki her tók filmsleikarin av. Tey tíðindafólk, sum hava fingið orð á hann, siga, at hann altíð vil hava spurningarnar, áðrenn hann játtar.