Arnold Ludvig Sextet á jazzklubba

Í kvøld kunnu fólk í Keypmannahavn uppliva Arnold Ludvig Sextet á Christiania Jazz Cub í Keypmannahavn. Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi, ið Arnold Ludvig hevur kunngjørt á Facebook. Hann hevur við bólkinum Arnold Ludvig Sextet júst givið út fløguna Voyages, sum nú fæst til keyps á iTunes, og sum seinni í summar verður tøk sum fysisk útgáva.

 

Í august kemur Arnold Ludvig Sextet til Føroya at hava útgávukonsert, og konsertin í kvøld er ein av fleiri upphitingum áðrenn Føroyatúrin.

 

Á konsertini spælir bólkurin tvey sett av løgum, millum annað fleiri løg av Voyages, sum plátufelagið Tutl gevur út.

 

Manningin í kvøld er umframt Arnold við bassinum Mariane Bitran á tvørfloytu, Simon Spang-Hanssen við saxofon, Alain Apaloo á gittar, Marko Martinivic á tangentum og Jacob Hatholt á trummum.

 

Konsertin í Christiania Jazz Club byrjar klokkan 23.00.

 

Mynd: Tað verður Arnold, sum hevur bassin um hendi í kvøld (Mynd: E. Fuglø)