Arnold Joensen fer til B68

KÍ er fyri rættiligum skrædli fyri tíðina. Fyri kortum kom fram, at Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni fara at leika við HB og B36 komandi árið, og nú hevur Arnold Joensen gjørt sáttmála við

Leikaraskifti


Tað er óalmenna heimasíðan hjá fótbóltsfelagnum á Toftum, sum ber tíðindini, men tey vera eisini váttað av formanninum hjá B68, Niclas Davidsen

Við Prtal.fo sigur Niclas Davidsen, at B68 hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Arnold Joensen, sum hevur verið fastur fúsur á fyrstaliði hjá KÍ, í fleiri ár.

Tey, sum hava fylgt við fótbólti minnast kanska, at hann var ein teirra, sum í 1991 var við til at gera KÍ til meistara eftir drúgva oyðimarkargongd.

Arnold er tiltikin skjótur á beinunum, og hóast hann verður nevndur sum áleypari, so kann hann eisini brúkast á miðvøllinum.

Arnold er triðji nýggi leikarin, sum B68 hevur útvegað sær í seinastuni. Fyrr í ár gjørdi felagið sáttmála við Hans Fróða Hansen, sum felagið fekk úr Sogndal, og við John Hera Dam, sum seinasta árið hevur roynt seg í Jotun í Noreg, har Kári Reynheim hevur verið venjari. Hinvegin hevur felagið mist tveir leikarar. Arnbjørn Danielsen hevur gjørt av, at hann aftur fer til B36, har hann áður hevur verið í trý ár, og Eyðstein Skipanes fer av landinum eina tíð.

Venjari hjá B68 verður eins og í ár Jóannes Jakobsen.