Arnold gevst í KÍ

Ein av føstu spælarunum á besta liðnum hjá KÍ nógvu seinastu árini hevur valt at gevast í felagnum, men hann er sinnaður at halda fram í øðrum felag

Arnold Joensen og KÍ eru komin ásamt um, at seinasta árið av sáttmálanum millum partarnar skal strikast. Arnold sigur seg ikki hava hug at ganga undir treytirnar á besta liðnum hjá KÍ, og tí steðga partarnir við samstarvinum.

- Vit hava gjørt eina semju um, at sáttmálin verður annuleraður. Eg havi framvegis hug at spæla fótbólt, og tað er ikki óhugsandi, at eg haldi fram í onkrum øðrum felag, sigur 31 ára gamli Arnold Joensen.

Hann kom á besta liðið hjá KÍ sum 16 ára gamal og hevur spælt 1. deildarfótbólt øll árini síðani. Eitt skifti var hann í B68, men fyri tað mesta hevur hann spælt við KÍ.