Arnold aftur í KÍ

Eftir at hann í fyrru helvt av kappingarárinum hevur spælt við ÍF, verður Arnold Joensen nú aftur at síggja í KÍ. Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari. Blaðið veit eisini at siga, at Arnold møguliga er partur av hópinum, sum leygardagin skal spæla Festival- og Formuladyst móti oddaliðnum, EB/Streymi.