Árni: - Vit vóru ikki nóg neyvir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Árni Guldborg Nielsen iðrar seg um misnýttu málmøguleikarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við unga framherjan hjá B36, Árna Guldborg Nielsen, aftaná samlaða 1-2 hálvfinalu ósigurin í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Árna iðraði seg serlig um tvey ting, umframt sjálvt tapið. Tað fyrra var, at B36 loyvdi Víkingi at skora so tíðliga í dystinum, og harvið gjørdist arbeiðssetningurin ríkiliga tungur. Tað seinna var, at B36-arnir ikki vóru nóg neyvir, tá møguleikar vóru at tryggja liðnum ein javnleik, sum hevði givið ein samlaðan hálvfinalusigur.