Árni vildi tryggja egna løn

Jógvan Jákupsson, fyrrverandi blaðmaður á Dimmalætting, undrast stórliga á, at lønarkravið hjá fyrrverandi stjóranum varð flutt yvir í annað felag

Hetta kom fram á skiftirættarfundi í morgun, bar bústjórin fyri Dimmalætting legði fram roknskap fyri trotabúgvið.

 

Jógvan Jákupsson var ein av teimum, sum var til staðar á fundinum, og á miðdegi í dag vildi hann vera við, at talan var um beinleiðis selskapstøming. Hetta tí tey virði, sum vóru í gomlu Dimmu, nú eru at finna í nýggja felagnum, D-media.

 

- Allar ognir – borð, telduútbúnaður v.m. – eru fluttar í hetta nýggja felagið, og har liggur so lønarkravið hjá stjóranum, Árna Gregersen.

 

- Nú sær tað út til, at hansara lønarkrav skal hava serligan framíhjárætt. Um tey virðini verða seld, so fer hetta til at gjalda hansara løn, og ikki lønina hjá øllum hinum.

 

- Hetta nýggja felagið er stovnað, meðan mann veit, at Dimmalætting er á veg í Skiftirættin. Og tað ljóðar sum selskapstøming, um nakað, segði Jógvan Jákupsson við Rás2 á miðdegi í dag.

 

Tað er tó ikki vist, at D-Media sleppur at halda fram. Fyribils bústjórin, Sigmund Poulsen, mælir nevnliga til, at D-Media, sum er dótturfelag hjá Dimmalætting, eisini verður kravt á húsagang og soleiðis skal innganga í trotabúðarviðgerðina.