25. og triðsíðsta umfar í landskappingini verður um vikuskiftið. Upprunaliga vóru allir dystirnir settir at vera sunnudagin klokkan 15. Nú eru tveir dystir fluttir at vera leygardagin klokkan 15 – B68 – AB og Skála – EB/Streymur.
Ein av lyklaspælarunum í Klaksvík er Árni Frederiksberg. Tá ið KÍ mikukvøldið við 4-0 sigri ímóti 07 Vestur tryggjaði sær pláss í steypafinaluni, sum verður í morgin um tríggjar vikur, átti hann næstsíðsta fótin á í øllum fýra málunum.
Sunnudagin verður klassikarin millum KÍ og HB í Klaksvík. Tá verður Árni Frederiksberg ikki á vøllinum. Í 3-0 sigrinum ímóti NSÍ síðsta sunnudag skoraði Árni eitt mál og legði upp til eitt. Tá støðan framvegis var málleysur javnleikur, sá Árni gula kortið. Tað var fjórðu ferð í ár, at hann sá gult, og tí er hann leikbannaður ímóti HB.
Liðtíðindi um skaðar, leikbann, teir sum eru burturstaddir og teir, sum eru tøkir aftur, er at lesa í Sosialinum, sum er til sølu bæði í sølubúðum og á netinum.











