Árni stjórnar valfundum í SMS

Valfundirnir í SMS verða mikukvøldini 19. og 26. august og leygardagin 29. august.

Sjáldan hevur spenningurin verður so stórur undan einum løgtingsvali sum hesaferð. 1. september skulu vit veljarar avgera, hvør skal stýra og lóggeva í Føroyum komandi fýra árini.

 

- Nógvir stórir og álvarsligir spurningar eru at taka støðu til, men ofta ber illa til at vita, hvat hvør einstakur flokkur heldur. Fyri at fáa greiðu á hesum, verða tríggir valfundir hildnir í SMS í Havn.

 

SMS sigur í tíðindaskrivi, at fundirnir verða ávikavist mikukvøldini 19. og 26. august klokkan 19 og leygardagin 29. august klokkan 14.

 

- Umboð fyri allar flokkar sleppa til orðanna, og flestu spurningar verða vendir á hesum fundum.

 

SMS vísir á, at á fyrsta fundi, sum verður nú mikukvøldið klokkan 19, verða vinnuviðurskiftini í Føroyum viðgjørd.

 

- Sámal Ravnsfjall fer at syngja tvær vísur, og orðstýrari á fundinum verður Árni Gregersen, sigur SMS í tíðindaskrivi í kvøld.