Árni stjórnar nú Íbúðum undir Gráasteini

Felagið, sum bygdi 96 íbúðir undir Gráasteini í Havn hevur fingið nýggja stjóra. Tað er Árni Ellefsen, sum situr í leiðsluni í BankNordik, sum tekur við sum stóri eftir Christian Andreasen, sum hevur verið stjóri síðani 2008.

Felagið, sum bygdi 96 íbúðir undir Gráasteini í Havn hevur fingið nýggja stjóra. Tað er Árni Ellefsen, sum situr í leiðsluni í BankNordik, sum tekur við sum stóri eftir Christian Andreasen, sum hevur verið stjóri síðani 2008.

 

Úrslitini hjá felagnum hava ikki verið góð seinastu árini. Tað var eitt privat felagið, sum byrjaði byggingina, Tá felagið fór á húsagang, tók bankin yvir. Men úrslitið hevur ikki verið nakað serligt.

 

Felagið sigur í ársfrágreiðingni fyri 2013, at úrslitið – eitt hall á slakar 20 milliónir – er ávirkað av, at lánistovnurin hevur eftirgivið skuld upp á 30,3 milliónir krónur.

 

Somuleiðis ávirkaði tað úrslitið í 2012, at lánistovnur felagsins eftirgav skuld upp á 100 milliónir krónur. Tá gjørdist úrslitið eitt yvirskot upp á góðar 84 milliónir krónur.

 

Eftir at roknskaparárið endaði við ársskiftið hevur felagið selt tveir av íbúðarblokkunum til Bústaðir. Tað var í januar, at Bústaðir keyptu 24 íbúðir frá Íbúðum undir Gráasteini fyri 38,4 milliónir krónur.

 

Les eisini Bústaðir keypir 24 íbúðir

 

Les eisini: Bústaðir vátta keyp á Heimasta Horni

 

- Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum, segði Andras Róin, stjóri á Bústøðum, tann 14. januar.

 

Sp/F ìbúðir undir Gráasteini sigur í ársfrágreiðingini um framtíðina, at felagið hevur staðið fyri bygging av 96 íbúðum. Byggingin verður liðug í ár, og felagið er farið undir at selja íbúðirnar, men enn er óvist, nær allar íbúðirnar verða seldar. Virksemi felagsins í komandi tíðum verður at fáa selt íbúðirnar.

 

Felagið ger eisini greitt, at felagið hevur fingið játtað neyðuga fígging til dagliga raksturin tað komandi árið. 

 

Partapeningurin í felagnum er 125.000 krónur, men av tí at felagið hevur havt støðugt hall, so er eginognin negativ við næstan 62 milliónum krónum, hóast felagið hevur fingið eftirgivið 130 milliónir krónur í skuld seinastu tvey roknskaparárini. Skuldin til peningastovnar er 115 milliónir krónur.