Árni Skaale vitjaði forvitnisliga verkætlan

Um stutta tíð verður farið at roykja makrel og marinera sild á fiskavirkinum á Sandi, sum er sett í stand og verður útgjørt til nýggju framleiðsluna.

 

 

Tað ræður optimisma á Sandi í hesum døgum.

 

Sandshavið, sum er nýggja frystilínuskipið hjá sandoyingum, sum er komið í flotan fyri ísfiskalínuskipið Sandshavið, er júst komið aftur av sínum fyrsta túri. Skipið, sum er keypt úr Íslandi, hevur fingið ymiskar umvælingar og dagføringar og hevur nú verið fyrsta túrin, sum eydnaðist sera væl.

 

Men, tað er ikki bara hetta, sum ger, at optimisma ræður á Sandi.

 

Mikumorgunin varð skipað fyri móttøku á fiskavirkinum á Sandi, har tey áður arbeiddu saltfisk. Virkið hevur ligið stilt í fleiri ár, men nú í eina tíð hevur verið arbeitt við at seta virkið í stand aftur til nýggja framleiðslu.

 

Tað er Sands kommuna, sum eigur virkið, og nú er ein tíð síðan, at Sp/f 31.01.2011, sum eisini eigur frystilínuskipið Sandshavið, gjørdi leigusáttmála við kommununa um virkið. Nú ætlar smápartafelagið, sum sandoyingar eiga, at lata fiskavirkið upp aftur til framleiðslu. 

 

Felagið hevur í nøkur ár fingið tillutað menningarkvotu úr Fiskimálaráðnum. Kvotan eitur 500 tons av makreli og 500 tons av sild, men hesi tøl kunnu broytast – alt eftir, hvussu stór samlaða føroyska kvotan av hesum fiskasløgum er.

 

Sp/f 31.01.2011 hevur higartil fingið tillutað menningarkvotu árini 2020, 2021 og 2022, men við tað, at virkið ikki hevur verið klárt at tikið ímóti, er kvotan higartil bert tillutað - og ikki útskrivað. Ein slík kvota verður ikki útskrivað, fyrr enn virkið er klárt at taka ímóti, og framleiðslan kann fara í gongd. 

 

##med2##

 

Mikumorgunin høvdu teir, sum standa aftan fyri smápartafelagið og sum arbeiða við at reisa framleiðslu úr makreli og sild á føtur á Sandi, vitjan úr Fiskimálaráðnum. Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var gestur á Sandi, og hann hevði embætisfólk úr Fiskimálaráðnum við sær. 

 

Kendi kokkurin, Gutti Winther, hevði gjørt eitt flott og vældekkað borð við alskins rættum, bitum og suppu úr rávøru, nevniliga makreli og sild, sum tey skjótt fara at arbeiða á Sandi. Her var alt frá sild í gløsum, sildasúpan til morl úr nevndu fiskasløgum í tartalettum sum lekrir munnbitar.

In.fo var við, tá landsstýrismaðurin vitjaði á virkinum, og tá vit spurdu Árna Skaale, hvat honum dámdi kalda borðið, sum Gutti Winther hevði tilgjørt, helt hann, at hetta er fantastiskt. 

 

Afturvendandi á kalda borðinum hjá Gutta Winther var eisini ymisk grøði úr Sandoynni, flættað við lekrum bitum úr makreli og sild, og landsstýrismaðurin helt samansetingina hjá dugnaliga kokkinum rigga sera væl.

 

##med3##

 

- Eg havi ikki roynt alt enn, men tað, eg havi fingið mær av, hevur verið framúr, segði Árni Skaale.

 

Kristian Martin Petersen var ein teirra, sum greiddi frá verkætlanini, og hann segði seg vænta, at gongd so smátt fer at koma á framleiðsluna um nakrar fáar vikur.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er ein størri grein um hesa forvitnisligu verkætlan, og her verður greitt nærri frá tí, sum farið verður í holt við á virkinum Úti í Støð á Sandi.

 

##med4##

 

##med5##

 

Vælsmakkandi bitar úr makreli og sild saman við góðum grønmeti av Sandi.

Kristian Martin Petersen greiðir landsstýrismanninum frá verkætlanini.

Eigarar av Sp/f 31.01.2011 og aðrir framman fyri vældekkaða borðinum hjá kokkinum, Gutta Winther.