Hanna Jensen leggur frá sær sum tingkvinna og tekur aftur við starvinum sum rektari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tingfólk kunnu bara hálvt alment starv umframt løgtingsstarvið, og tað ber ikki til at røkja rektarastarvið hálva tíð.
Hanna Jensen varð ikki vald á ting á seinasta løgtingsvali. Hon gjørdist nummar fimm á listanum hjá Framsókn, men hevur havt sæti sum annað varaumboð fyri landsstýrisfólkini hjá flokkinum, Ruth Vang og Bjarna Kárason Petersen.
Árni M. Dam er nummar seks á listanum.
Hanna Jensen hevur sitið á tingi í fleiri umførum, og hon hevur stillað upp á øllum fýra løgtingsvalinum, sum Framsókn hevur stillað upp til síðani 2011 – og fyri ta tíð stillaði hon upp fyri Fólkaflokkin. Hon varð vald á ting saman við Poul Michelsen á løgtingsvalinum í 2015.
Soleiðis fullu atkvøðurnar á listanum hjá Framsókn á seinasta løgtingsvali:
1 Ruth Vang 978
2 Bjarni K. Petersen 355
3 Sólvit Nolsø 249
4 Karlot Hergeirsson 155
5 Hanna Jensen 111
6 Árni M. Dam 102
7 Súsanna Olsen 99
8 Ró Samuelsen 84
9 Christoffur Gert Nielsen 69
10 Jákup Petur Eliassen 61
11 Hilbert í Grógv 48
12 Oddvør Dahl 47
13 Oda W. Andreasen 38
14 Jógvan Woxnæs Olsen 34
15 Rani Hjaltalin Midjord 21
16 Kristian Clementsen 19
17 Birita Arge 14