Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er í dag heiðraður fyri stóra arbeiðið, sum hann hevur gjørt í sambandi við Skótalið Nólsoyar Páls í Klaksvík.
Tað er FUR, Føroya Ungdómsráð, sum hevur heiðrað Árna Skaale, og í grundgevingini verður sagt soleiðis:
At vera ein eldsál í skótarørsluni í Føroyum. Eftir at skótaliðið lá í dvala eina tíð, tók hann við sum fylkisleiðari hjá Skótaliði Nólsoyar Páls í 2013. Skótaliðið er vaksið og bjóðar nú virksemi til allar aldursbólkar. Hann var eisini ein av stigtakarunum til at endurbyggja Skúvadalssmáttuna sunnan á Borðoynni við at fáa gamlar og yngri skótar at standa saman um arbeiðið hjá Skótaliði Nólsoyar Páls. Eftir stendur ein perla í tí náttúruvakra Skúvadali, og samanhaldið um skótaliðið er styrkt. Arbeiðið at menna skótaliðið og at gera Skúvadalssmáttuna av nýggjum hevur kravt bæði treysti, dirvi og áhaldni.